Author Archives: Sjúrður Gullbein

Tunnusláttur fyri børn og vaksin í neystinum

Leygardagin, 14. februar klokkan 17, verður tunnusláttur fyri knørrabørnum í neystinum (Evensen). Vaflur og kakao vera at fáa. Klokkan 20 sláa tey vaksnu. Vælkomin, stór og smá, nevndin í Róðrarfelagnum Knørri

Posted in bátar | Leave a comment

Hallur og fuglfirðingar á Hálsi 31. januar

31. januar sleppa vit ordiliga at dansa jólini av okkum, tá ið Hallur Joensen og bólkurin Four Menh úr Fuglafirði fara at geva okkum eitt ógloymandi kvøld í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Hallur, sum er eitt must til stemning og country, gleðir seg at fara á pallin og fer sjálvandi at tendra hjørtuni hetta [...]

Posted in bátar | Leave a comment

30 ára føðingardagsveitsla

Leygarkvøldið, 28. februar 2015, heldur Róðrarfelagið Knørrur 30 ára føðingardagsveitslu fyri øllum rógvarum og knørravinum, sum hava myndað felagið tey tríati árini síðan stovnanina. Veitslan verður hildin í Evensens pakkhúsi við knørramanér. Tað vil siga eitt frálíkt  kvøld við sangi, reypi og røðum saman við teimum, sum eru pulsurin í felagnum í dag, og ikki [...]

Posted in tiltak | Leave a comment

Vit eru føroyameistarar í Ódnartaki

Róðrarfelagið Knørrur er føroyameistari í Ódnartaki 2014. Kappingin hevur verið avgreidd gjøgnum trý vikuskifti, og í dag var sjálvur endabresturin, har bátarnir skuldu avgera kappingina sínámillum, og samanlagdi føroyameistarin skuldu finnast. Kappingin hevur verið sera spennandi, men tá seinasta tak var tikið, stóðu vit sum vinnarar og kundu fara av stað við stóra ferðasteypinum og gravera [...]

Posted in bátar | Leave a comment

Terji R. Jacobsen er nýggjur formaður í RK

Róðrarfelagið Knørrur hevði aðalfund í farnu viku. Nývalda nevndin hevur nú skipað seg, og Terji Reidarson Jacobsen er vorðin nýggi formaður í felagnum. Petur í Gong er næstformaður, Elsa Klein Olsen kassameistari, Maybritt við Strond skrivari, og nevndarlimur er Rúni Joensen. Stungið er longu út í kortið. Størsta málið verður at markera 30 ára føðingardagin [...]

Posted in bátar | Leave a comment

Ódnartak er megnartak

Ódnartak var á Vestaru vág í dag. Talan er um nýggja heystkapping í kappróðri, har ið bátarnir rógva spurtir á 140 metrar í staðin fyri teir vanligu 1000 metrarnar, sum verða rógvnir á summarstevnunum. Navnið Ódnartakmerkir “øgiligt tak” og er vælvalt. Tað eru Teitur Samuelsen og Fróði Magnussen, ið eru høvuðsmenn aftan fyri Ódnartak. Kappingin [...]

Posted in bátar | Leave a comment

Aðalfundurin útsettur

Vegna forfall er lýsti aðalfundurin í Róðrarfelagnum Knørri útsettur. Nýggjur fundur verður mikudagin 3. september kl. 18.30 í Evensen. Blíðar heilsanir, nevndin í Róðrarfelagnum Knørri – Upprunalýsing við skrá o.ø. Innkomin uppskot

Posted in bátar | Leave a comment

Aðalfundur í Róðrarfelagnum Knørri

Aðalfundur verður í Róðrarfelagnum Knørri mikudagin 27. august kl. 18.30 í Evensen. Skrá: 1. Val av orðstýrara og fundarskrivara 2. Formansfrágreiðing frá farna ári 3. Góðkenning av roknskapi 4. Innkomin mál 5. Val av nevnd, tiltakslimum og grannskoðara 6. Ymiskt Uppskot at atkvøðugreiðslu Hevur tú eitt uppskot, ið tú vilt hava aðalfundin at atkvøða um, [...]

Posted in bátar | Leave a comment

Takk fyri 2014

Við trimum ólavsøkugullmedaljum, tveimum FM-vinnarum, tveimum FM-silvurvinnarum og einum stórum hópi av øðrum ólukksáliga røskum rógvarum, sum gjørdu sítt allarbesta fyri hvønn annan, takkar Róðrarfelagið Knørrur fyri kappróðrarárið 2014. Síggjast øll somul næsta ár!

Posted in bátar | Leave a comment

Navna- og búmerkjakapping

Kappróðrartiltakið á ólavsøku fær nú eitt makeover. Til tess hava Havnar róðrarfelag, Argja róðrarfelag og Róðrarfelagið Knørrur stovnað felag til at menna tiltakið, so at tjóðarítrótturin gerst ein høvuðsattraktión fyri alla familjuna á ólavsøku. Í hesum sambandi skriva róðrarfeløgini út almenna kapping um at finna nýstovnaða felagnum eitt búmerki og eitt navn. Tey fara at [...]

Posted in tíðindi | Leave a comment