Allar knørramanningar vunnu heiðursmerkir

Róðrarfelagið Knørrur hevði ein góðan dag á sundalagsstevnu í Hósvík. Vit høvdu seks FM-manningar, og allar stóðu við heiðursmerkjum um hálsin, tá ið róðurin var liðugur. Harumframt fekk barnamanningin hjá okkum eisini eitt gott úrslit. Samanumtikið eitt flott heildaravrik, sum vit kunnu vera sera errin um.

Hjartaliga til lukku – og koyr á RK!

(Mynd: Álvur Haraldsen)

This entry was posted in bátar. Bookmark the permalink. Trackbacks are closed, but you can post a comment.

Skriva eina viðmerking

Tú mást vera loggað/ur á fyri at viðmerkja.