Allan Mouritsen formaður í Róðrarfelagnum Knørri


Tekstur: Henningur-Einar Juul. Mynd: RK.

28. desember var aðalfundur í Róðrarfelagnum Knørri. Tveir nýggir limir komu í nevndina: Vár Antoniussen, sum var tiltakslimur áðrenn, og Henningur-Einar Juul, sum er nýkomin.

Nevndin skipaði seg á fundi tann 9. januar. Allan Mouritsen er nú vorðin formaður felagsins. Vár Antoniussen er næstforkvinna, Henningur-Einar Juul er skrivari, Unn Sørinardóttir kassameistari og Sámal Kristiansson nevndarlimur. Tiltakslimir eru Bárður Skorheim Guttesen, sum hevur verið formaður seinasta góða árið, og Hildur Hallgrímsdóttir Magnussen, sum er nýggj í nevndini.

Allan Mouritsen er 24 ára gamalur, býr í Havn og er havnarmaður um ein háls. Hann starvast sum elektrikari og er handaligur til fakið sum fáur. Allan kom í felagið í 2016, har hann byrjaði umborð á Orminum Langa sum róðursmaður. Hann fekk skjótt blóð á tonna fyri kappróðri og gjørdist skjótt álitismaður, tá ið nakað skuldi gerast í felagnum. Allan hevur sitið nakað í nevndini í Róðrarfelagnum Knørri, síðan hann kom í felagið, og hann er altíð til dystin fús.

Vit takka Bárði fyri leiðsluna og ynskja Allani góðan arbeiðshug og blíðan byr saman við felagnum.

This entry was posted in tíðindi. Bookmark the permalink. Trackbacks are closed, but you can post a comment.

Skriva eina viðmerking

Tú mást vera loggað/ur á fyri at viðmerkja.