Aðalfundur í Róðrarfelagnum Knørri

Aðalfundur verður í Róðrarfelagnum Knørri mikudagin 27. august kl. 18.30 í Evensen.

Skrá:
1. Val av orðstýrara og fundarskrivara
2. Formansfrágreiðing frá farna ári
3. Góðkenning av roknskapi
4. Innkomin mál
5. Val av nevnd, tiltakslimum og grannskoðara
6. Ymiskt

Uppskot at atkvøðugreiðslu
Hevur tú eitt uppskot, ið tú vilt hava aðalfundin at atkvøða um, skalt tú senda nevndini tað í seinasta lagi 20. august. Send til rk@rk.fo. Er ikki neyðugt at atkvøða um tað, kanst tú leggja tað fram sjálvum á fundinum undir Ymiskum.

Nevndarval
Í nevnd okkara sita í dag Rúni Joensen, Peturi í Gong og Valborg Hammer. Petur og Valborg standa fyri vali. Valborg stillar ikki ikki upp aftur. Fimm fólk skulu manna nevndina, og vit skulu tí hava trý nýggj andlit. Vilt tú gera mun í RK, hevur tú nú møguleikan at stilla upp og gera tína ávirkan galdandi. Kunna teg annars um annað viðvíkjandi aðalfundinum á www.rk.fo/log/

Møtið fjølment!
Vit heita á allar rógvarar og limir felagsins um at koma á aðalfundin, so at vit fáa ein góðan og gevandi fund, til gagns fyri felag okkara.

Blíðar heilsanir,
nevndin í Róðrarfelagnum Knørri

This entry was posted in bátar. Bookmark the permalink. Trackbacks are closed, but you can post a comment.

Skriva eina viðmerking

Tú mást vera loggað/ur á fyri at viðmerkja.