30 ára føðingardagsveitsla

Leygarkvøldið, 28. februar 2015, heldur Róðrarfelagið Knørrur 30 ára føðingardagsveitslu fyri øllum rógvarum og knørravinum, sum hava myndað felagið tey tríati árini síðan stovnanina.

Veitslan verður hildin í Evensens pakkhúsi við knørramanér. Tað vil siga eitt frálíkt  kvøld við sangi, reypi og røðum saman við teimum, sum eru pulsurin í felagnum í dag, og ikki minst saman við fyrrverandi rógvarum og stuðlum, sum eina ferð bóru flaggið og góvu sítt íkast til okkara stolta felag. Tey fólkini vilja vit sera fegin síggja aftur. So hví ikki samla manningina til eitt væl fyriskipað kvøld saman við øllum hinum knørrafólkunum.

UNDIRHALD OG MENU
Vit avdúka longu nú, at Jákup Veyhe er gamal knørrarógvari og verður borðstjóri. Kim Elton John Hansen spælir til borðhaldið, tí hann elskar blátt. Sjúrður Skaale kemur forbí, tí at hann i sine unge dage fekk ein muss á kjálkan frá eini knørradamu. Manskórið Bollarnir verður við, tí fleiri av teimum hava róð við Knørri. Á midnátt sláa vit ring saman við kvæðakempum, og fleiri av teirri allarfyrstu manningini í felagnum koma forbí við krúkkum og rollatorum og vilja halda kvøldið saman við okkum. Komið við ud i det blå!

Menuin verður kalt borð frá Føroya heitasta kokki, Hansu Johannesen, og omaná fáa vit heimabakað við kaffi, baileys og cognac. Til morgunmála verður breyð við skinsakjøti.

DRESS
Vit eru knørralig og fara í myrkamorreyða og kovboybuksur. Eiga vit ikki eina myrkamorreyða, so eina aðra vakra troyggju, men ikki slips og fínakjóla.

KOSTNAÐUR
Kostnaðurin fyri veitsluna er 250 kr. og skal flytast á kontu nr. 6460 365.183.7 í BankNordik innan 28. januar 2015. So kunnu vit fyrireika veitsluna optimalt. Við í prísinum er durasnapsur + tveir snapsir og tvær øl ella sodavatn undir borðhaldinum. Eftir borðhaldið verður barr við øli og cider á 10 kr. Sterkari drykkir vera ikki at fáa, men kunnu takast við.

Set longu nú kross í kalendaran leygarkvøldið, 28. februar 2015, tá ið tit hava eitt frálíkt høvi at síggjast aftur og hitta øll hini knørrafólkini á 30 ára føðingardagsveitslu.

SPURNINGAR
Hava tit spurningar um veitsluna, ringið til Maybritt við Strond, nevndarlim, á 219190 ella sendið eitt teldubræv til rk@rk.fo.

Hjartaliga vælkomin, øll somul.

This entry was posted in tiltak. Bookmark the permalink. Trackbacks are closed, but you can post a comment.

Skriva eina viðmerking

Tú mást vera loggað/ur á fyri at viðmerkja.